Framsíða | Søgan | Savnið 1 | Savnið 2 | Myndasavnið | Tíðir og prísir | Nevndin | Links

 

Sørvágs Bygdarsavn - søgan hjá savninum
 

 

"Fornminnissavnið"

 

Sørvágs Fornminnissavn, sum tað í fyrstani varð rópt, varð stovnað fríggjadagin hin 10. mai 1963. Hetta kvøld vóru Jóhan á Ørg, Arnhold Jacobsen, Dánjal Thomasen og Zacharias Petersen (Sakaris í Beiti) komnir saman á gamla elverkinum og varð avgerð tikin um at stovnað eitt fornminnisavn fyri Sørvág. Bræv varð hin 25. mai 1963 sent kommununi um loyvi at leiga høli á loftinum í elverkinum til endamálið. Bygdaráðið samtykti sama kvøld umsóknina og fornminnisavnið fekk bræv 27. mai 1963 um avgerðina. 

 

Tey fyrstu árini var Dánjal Thomasen formaður í nevndini.

 

 

Einasta myndin vit eiga av savninum, tá tað helt til heimi í elverkinum. Frá vinstru eru tríggir danskir gestir við børnum, maðurin var politistur í Vágum tá. Hini eru Lena og Jóhan á Ørg og Sakaris í Beiti. Myndin er tikin í 1971. Á loftinum á elverkinum (har tey tvey nærmastu vindeyguni á ovaru hædd eru) helt Forngripasavnið til frá mai 1963 til 1980. Hølið var leiga frá kommununi fyrstu ferð hin 25. mai 1963, smb. gerðabók.

 

Tekning frá 1968 við gjøgnumskurði av f.v. elverkinum   Flattekning av ovaru hædd av f.v. elverkinum

 

Niðurtøkan av gomlu húsunum á Oyrini mitt í bygdini í 1962, har rúgva av gomlum lutum vóru, bleiv byrjanin til savnið og teir lutirnir, ið arvingarnir av Oyrini lótu savninum, blivu so grundarlagið undir savninum ta fyrstu tíðina.

 

Oyran, niðara síða

Oyran, út móti vegnum, stráskorsteinur (hann er ikki varðveittur).

Oyran, úthurðin, nummarið høvdu bretar sett á hurðina undir krígnum.

  

Men dúgliga bleiv savnað og skjótt gjørdist savnið eitt tað størsta bygdarsavnið í landinum og mong lótu lutir til savnið.

 

Hin 9. mai 1964 skrivar "Nevndin fyri savnan av fornlutum í Sørvági" kommununi umsókn um onnur høli. Sagt verður í skrivinum, at longu eru væl av fornlutum savnaðir, men halda teir tað hevði hóska best, at havt savnið í einum gomlum húsum. Skotið verður upp, at brúka "Mýruna" til hetta. Út frá skrivinum varð semja við eigaran um at lata húsini við grundstykki mitt í bygdini fyri eitt óbygt grundstykki frá kommununui á øðrum stað. Eitt sera lagaligt tilboð, má sigast. Fyri nevndina í mai 1964 undirskrivað: Dánjal Thomasen, Jóhan á Ørg og Leon Joensen.

 

Sóknarstýrið lovar at kanna málið, men sum vit vita varð einki burtur úr og savnið helt áfram á elverkinum.

  

Í 60-unum høvdu fólk fyri at blaka alt gamalt burtur, og nakrar sjáldsamar lutir á savninum fann Jóhan á ruskplássinum, sum hann hevði ábyrgdina fyri tá.

  

Eisini í feriuni varð savna. Her hevur

Jóhan fingið fatur á einum sera

sjáldsamum kálvabjølgi úti í Hattarvík.

Bjølgurin er í posanum. Myndin er frá 1975.

Kálvabjølgurin úr Hattarvík. Á brimplássi, har teir ikki fingu grind, gjørdu teir kíkar av t.d. kálvaskinni, flett í bjølg. (Tveir grindakíkar síggjast eisini á myndini - ein hvørju megin kálvabjølgin). (Kíkur varð nýttur sum boya á línu.)

  

Í dag kann savnið sigast at umboða alla Vágoynna og hevur nógvar lutir úr øllum bygdunum í oynni, tó er 

meginparturin av lutunum úr Sørvági.

  

Sakaris í Beiti (Zacharias Petersen 1907 - 1993) var trúgvur hjálparmaður og framvísari á savninnum í mong ár til u.l. 1980.

 

Í 1985 var vestanstevna í Sørvági. Á stevnuni verða lutirnir á savninum sýndir fram í fimleikarhøll skúlans (tí gomlu). Tá lutirnir skulu koyrast niðan aftur í savnshølini á elverkinum, noktar táverandi bygdaráðsformaður, Eyðin Thomassen fyri, at lutirnir koma inn aftur. Har var so einki at gera ein í skundi at læna ein tóm hús at hýsa savnslutunum. Savnið hevði tá hildið til á elverkinum í 22 ár. Tískil komu savnslutirnir nú at standa á goymslu í 4 ár til nýggj høli vóru sett í stand.

 

Høvuðsstovnari savnsins og  leiðari savnsins í 32 ár, frá 1963 til 1995, 

Jóhan á Ørg (1923 - 1995).

  

  

Sørvágs Bygdarsavn

Í 1987 varð søkt um koma undir bygdarsavnslógina og varð í tí sambandi á aðalfundi tann 26.3.1988 nýggj nevnd sett. Og fekk savnið tá heitið Sørvágs Bygdarsavn. Í fyrstu nevndini sótu Jóhan á Ørg, formaður, Annebet Johansen, kassameistari, Herálvur Jacobsen, skrivari, Torkil Haraldsen, nevnarlimur og Dánjal Tavsen, vegna Sørvágs Kommunu. 

Á aðalfundinum 26.3. 1988, er "Lóg fyri Sørvágs Bygdarsavnsfelag" og "Samtyktir fyri Sørvágs Bygdarsavn" samtyktar og eru lógin og reglugerðin undirskrivað av Jóhan á Ørg, Torkil Haraldsen, Herálvi Jacobsen og Dánjal Tavsen.

  

Í kjallaranum í hesum húsunum úti á Gomlutrøð "Bakkavegur 13 (niðasta hædd oman móti vegnum)" heldur Sørvágs Bygdarsavn til.

Partur av framsýningini hjá savninum 

úti á Gomlutrøð. Myndin er frá tá savnið 

lat upp í nýggju hølunum hin 1. juni 1989.

 

Í 1989 flutti savnið í kjallaran hjá Thomas Jacob Johansen, har savnið leigar stóran part av kjallarahæddini. Savnslutirnir høvdu tá í 4 ár ligið á goymslu í gomlu húsunum hjá Benadikt, rópt, sum Thomas Jacob eigur, hetta tí savnið, sum nevnt, hevði mist hølið á elverkinum. 

Alment lat nýggja savnið upp mánadagin hin 1. juni 1989 og sæst í gestabókini, at fleiri nýttu høvið at stíga inn á gólvið hendan dagin.

Í gestabókini sæst eisini, at tey fyrstu, sum vitjaðu á nýggja savninum vóru 12 børn úr 7. flokki  í Sørvágs skúla, saman við læraranum Torkil Haraldsen. Hetta var hin 30. mai 1989.

 

  

Jóhan skoðar verkið, tá savnið hevði flutt í nýggju hølini  summarið 1989.

Luftpumpa og búni til kavara, sum Sørvágs 

Havn átti, er nú á Bygdarsavninum.

Annebet Johansen, Torkil Haraldsen og Herálvur Jacobsen hava sitið í nevndini øll árini frá 1988. Seinnu árini hevur Herálvur Jacobsen verið kassameistari. Eftir at Jóhan andaðist í 1995, tók Sonni Jacobsen sati í nevndini og varð hann valdur formaður í 1995.

Nevndarlimurin fyri kommununa hevur sitið 4 ár í senn, og er tann einasti, sum hevur verið skiftur út eftir hvørt val - av kommununi sjálvari. Dánjal Tavsen sat í nevndini vegna kommunua árini 1987 - 1992. Erik Davidsen árini 1993 - 1996. Christian Olsen árini 1997 - 2000. Berg Rasmussen árini 2001 - 2004. Jóhan F. á Ørg árini 2005 - 2008. Vegna kommununa situr  Thordis Skaalum í nevndini frá 2009.

 

Á savninum eru mongd av lutum innan t.d. bjargaarbeiði, seyðabrúk, fiskarí, grindadráp, timbur- og  jarnsmíð, landbrúk av øllum slag - hoyggjing - torvarbeiði - grótarbeiði, ullarbeiði, binding, seyming, gomul húsarhaldstól, seglmakaravirksemi, og annað mangt. Savnið eigur eisini eini 3000 gamlar fotomyndir.

  
Ein annar av mongu áhugaverdu lutunum á savninum: Torvsleða, sum Jens Niklái hjá Mórusi (Jens Nicolai A. Simonsen f. 1881 – d. 1949) gjørdi og brúkti. Bygdarsavnið hevur nakrar ferðir skipa fyri myndaframsýning. Myndin er frá mynda- framsýning á skúlanum 30.nov. - 1.des. 2002. Á Vestanstevnu 2004 í Sørvági var myndaframsýning í fimleikahøllini.

 

Hølisviðurskiftini gera, at tað t.d. ikki ber til at skipa fyri serstøkum evnis-framsýningum uttan at farið verður út úr húsunum í onnur høli. Hølini hjá savninum eru í roynd og veru framsýnigarhøli og goymsluhøli alt í einum, og tað ger "kreativt" virksemi við savninum sera trupult.

 

Myndirnar á savninum eru KT-skrásettar í 

databasa, og er tað gjørt í 2000.

Lutirnir á savninum eru eisini KT-skrásettir í 

databasa, og er tað gjørt í 2001.

  

Sjálvt um umstøðurnar í nýggju hølunum eru rímiligar, og betri enn tær vóru á elverkinum, so mugu vit staðfesta, at savninum fatast enn egin og størri hølir, hetta eisini fyri at tryggja framtíðina hjá savninum. Arbeitt verður við málinum og onkrar loysnir hava verið kannaðar, men enn er ikki komi á mál.

  


© Sørvágs Bygdarsavn

Sonni Jacobsen, 2009